Búskaparútlit
Árni Joensen:
Amerikanararnir eru longu farnir at gloyma alt um tær stóru fíggjargølurnar við fyritøkum sum Enron og WorldCom, samstundis sum evropeararnir hava minni álit á sínum vinnulívsleiðarum nú enn fyri einum hálvum ári síðani.
Tað sæst í einari kanning, sum varð gjørd á altjóða búskaparráðstevnuni í Davos í Sveits í síðstu viku.
Men eitt er felags fyri evropearar og amerikanarar: Báðu megin Atlantshavið er álitið á ta búskaparligu menningina minkað. Bara 39 prosent av evropearunum og amerikanarunum halda, at tað gongur tann rætta vegin búskaparliga. Fyri bert einum hálvum ári síðani svaraðu heili 56 prosent av teimum spurdu evropearunum og amerikanarunum, at teir vóru nøgdir við tey búskaparligu útlitini.
Kanningin úr Davos avdúkar, at serliga týskarar hava smáar vónir um búskapin í framtíðini. Heili 79 av týskarunum, sum tóku lut í kanningini, siga, at tað gongur tann skeiva vegin við búskapinum.
Samstundis vísir kanningin, at amerikanarar hava yvirhøvur betri álit á sínum vinnulívsfólki, enn evropearar hava. 41 prosent av teimum spurdu í USA siga seg hava álit á teimum, sum standa fyri landsins vinnulívi, men í Evropa eru tað bara 23 prosent, sum siga tað sama um teir evropeisku vinnulívsleiðararnar. Tá evropeararnir fingu sama spurning fyri einum hálvum ári síðani, søgdu 29 prosent seg hava álit á vinnulívsleiðarunum.
Áhugavert er eisini at síggja, at evropearar hava yvirhøvur lítið álit á myndugleikunum í sínum egna landi. Bara 18 prosent siga svara hesum spurninginum játtandi. Ikki tí, amerikanararnir tykjast heldur ikki hava stórvegis álit á sínum myndugleikum. Har svaraðu 27 prosent spurninginum játtandi. Fyri bert einum ári síðani søgdu 46 prosent av teimum spurdu í USA, at tey høvdu álit á sínum myndugleikum.