Kinverski tjóðbankin heldur nú eitt sera vakið eygað við framhaldandi stóra vøkstrinum í búskapinum. Eftir trý ár við einum miðal búskaparvøkstri á 10% er vandin fyri ovurhiting nú vorðin ítøkiligur. Tí hevur Tjóðbankin nú tikið stig til búskapartiltøk, sum skulu tálma vøkstrinum. Eitt nú við rentuhækkingum, eins og stjórnin hevur í hyggju at seta serligar avmarkingar í gildi.