Tilboðini upp á innilokan av nýggja dagstovninum á Stórutrøð í Miðvági eru latin upp. Lisitatiónin var á kommunuskrivstovuni í dag klokkan 13.15. Sjey fyritøkur hava boðið sær til at gera arbeiðið. Lægsta tilboðið eigur Búsetur á Argjum, og tað tilboðið liggur væl undir tí, ið Westtech, sum projekterar dagstovnin, metti, arbeiðið at fara at kosta.
Innkomnu tilboðini eru hesi:
Torfinn Hansen Miðvági kr. 3.984.062
Byggivirkið KBH Nesi - 3.851.084
Búsetur Argjum - 3.404.910
Smíðlist Saltangará - 6.103.354
Trøðhamar Miðvági - 5.402.384
MTV Froðba - 4.335.765
TMT Trongisvági - 4.081.716
Meting Westtech, ráðgevar - 5.520.000
Ráðgevarafyritøkan Westtech, sum projekterar barnagarðin, fer nú at gjøgnumganga tilboðini og um uml. eina viku fær bygginevndin fyri barnagarðin tilmæli frá teimum.