Mánakvøldið ivaðist løgreglan í suðurenska býnum Brighton ikki í, at onkur hevði burturflutt ta seks ára gomlu Summer Haipule. Gentan skuldi fara til vinfólk at vitja, men tá hon ikki kom vegin fram, fekk løgreglan boð.
Ein trettan ára gamal drongur greiddi løgregluni frá, at hann hevði sæð ein mann toga gentuna inn í ein bil uttan fyri eina matstovu. Hetta vísti seg kortini ikki at vera rætt. Tá gentan nakað seinni kom afturíaftur, vísti tað seg, at hon hevði fingið sær ein lúr inni hjá einari vinkonu.
Tilburðurin í Brighton hevði við sær, at løgreglan har fyri fyrstu ferð nýtti eina serliga ávaringarskipan, sum verður sett í verk, tá børn hvørva. Skipanin varð sett í verk fyri einum ári síðani, tá ein átta ára gomul genta varð burturflutt og seinni myrd. Ein liður í skipanini er, at sjónvaps- og útvarpsstøðir alt fyri eitt kunngera upplýsingar um tað horvna barnið.










