n donsk lóg, sum er kunngjørd í Danmark.
Tá ið Føroyingar koma til Danmarkar við einum bili, sum er skrásettur í Føroyum, so verða Føroyingar mettir sum útlendingar. Í lógini verður hetta kallað ?bopælskriteriet?, og tað hevur hvørki við ferðslulóg ella ferðslutrygd at gera, men tað er íkomið í sambandi við, at avgjøld eru løgd á bilar.
Hetta merkir, at tann, ið fer til Danmarkar at ferðast við bili, sum er skrásettur í Føroyum, kann ikki læna vinum, kenningum ella skyldfólki bil sín. Einastu undantøk eru, um einum tørvar hjálp t.d. at koyra umborð á ferju ella at koyra bilin til ella frá verkstaði. Sambært ?bopælskriteriet? eru Føroyingar at rokna sum útlendingar, og føroyskt skrásettir bilar sum útlendskir, t.v.s. at tey, sum eru skrásett sum búgvandi í Danmark, hava ikki loyvi at koyra ein bil, sum er skrásettur í Føroyum.
Harafturímóti er einki í lógini, sum forðar fyri, at føroyingar ikki hava loyvi at koyra ein bil í Føroyum, hóast hann er skrásettur í Danmørk.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo










