Donsk bløð skriva, at ótryggleikin á børsinum ger, at benzinprísirnir falla við fimm oyrum í morgin, meðan diesel fellur við tíggju oyrum. Væntast kann, at prísurin fer at falla enn meir.
Síðani USA fekk kredittvirði sett niður leygarnáttina, hevur partabrævamarknaðurin víst blóðreyð tøl. Longu framman undan vóru partabrøvini undir stórum trýsti orsakað av fíggjarligu ótrygdini í Grikkalandi og Italia.
Niðurratingin í USA fær partabrøvini atfalla enn meir og tað merkir, at benzinprísirnir eisini falla.
Tá tað gongur illa í USA minkar oljunýtslan, og tað ávirkar eftirspurningin. Tað merkir lægri prísir, sigur Oljugreinarin hjá Statioil, Peter Rasmussen við ekstrabladet.dk.
Ein litur av oktan 95 blýfrítt benzin kostar í Danmark 12,42, men hann byggir á hagtøl frá síðstu viku.
Prísurin, sum vit hava í dag, byggir á hendingar fríggjadagin. Hvat hendir gjøgnum dagin í dag, fer at ávirka prísin mikudagin. Roknað verður við at niðurratingin í USA fer at ávirka prísin í morgin, tá hann verður fimm oyru lægri en í dag, sigur Peter Rasmussen.
Og heldur greiningin hjá Børsen, fer prísurin at falla enn meir. Ein onnur fylgja av versnandi kredittvirðinum í USA kann merkja, at rentan hækkar, og tað merkir enn størri skuld til USA og tað kann trýsta kursin á dollaranum niður.
Tað merkir, at um oljuprísurin fellur og virði á valutanum, sum oljan verður handað í eisini fellur, merkir tað bíligari benzin. Eisini í Føroyum, sjálvt um ávirkanin ikki hendir so skjótt sum í Danmark.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1917, at kredittvirðið hjá USA er sett niður frá toppratingini AAA til AA+, skriva donsk bløð.