Børnini skulu takast upp á ráð

Nýggi dagstovnurin Áarlon í Kvívík letur upp mánadagin. Starvsfólkini eru væl fyrireikað, hava verið á skeið og hava eisini lært, at tey skulu lurta eftir, hvat børnini vilja siga, tí tey eru forvitin eftir at læra

Tey 16 starvsfólkini í nýggja dagstovninum í Kvívík hava seinastu dagarnar verið á fleiri skeiðum. Tey hava valt at taka ymisk skeið, áðrenn stovnurin letur upp, so tey sleppa frá at steingja seinni fyri at fara á fyrstu hjálparskeið, brandskeið og onnur skeið.
Samstundis hava tey tømt trý hús fyri innbúgv og annað. Okkurt er tveitt burtur, og annað er flutt í nýggja stóra húsið.
Stovnurin Áarlon er ríkiliga stórur til tey børn, sum í dag búgva í kommununi. Hann hevur 30 vøggustovupláss, 48 barnagarðspláss og 20 frítíðarpláss.
Í hvussu er í fyrsta umfari fer ein vøggustova og ein barnagarðsstova at standa tóm, tí tað verða á stovninum 13 børn í vøggustovualdri, 32 í barnagarðsaldri og 19 í frítíðarskúlanum.

Góður stovnur
Siborg Arge, sum er leiðari á stovninum heldur Áarlon vera tann mest fullkomna stovnin, hon veit um. Bæði í fyrireikingartíðini og í byggitíðini hevur hon arbeitt saman við bygginevndini, og tey hava verið runt landið og vitjað aðrar stovnar fyri at fáa hugskot og hoyra, hvat tey vóru væl ella minni nøgd við. Lurtað hevur eisini verið eftir starvsfólkunum.
Í Áarlon eru nógv smá rúm eisini, soleiðis at til ber at arbeiða í smáum bólkum. Har eru sansarúm til børn við serligum tørvi, og innrættingin er laðað eftir, at eisini rørslubrekað kunnu ganga á stovninum.
Leggjast kann aftrat, at Arbeiseftirlitið og Brunaumsjón Landsins hava góðkent stovnin, og Heilsufrøðiliga Starvsstova hevur góðkent køkarnar.

Ein barnaverð
- Tað mest spennandi er, at vit fara at arbeiða eftir einum fyri okkum nýggjum slagi av pedagogikki, og hetta hava starvsfólkini verið á skeiði í. Tað er lurtandi pedagogikkur, og tað merkir, at vit skulu laga okkum eftir, at stovnurin er ein barnaverð. Børini fáa vegleiðing frá teimum vaksnu, men tað verða børnini, sum skulu gera eitt nú krókarnar. Hetta er spennandi, men tað krevur hugburðsbroyting, sigur Siborg Arge.
Eitt annað óvanligt við hesum stovninum er, at frítíðarskúlin verður fyri børn úr fyrsta upp í fimta flokk.
Á summujm øðrum frítíðarskúlum verður sagt, at børn ikki tíma so væl at ganga har, tá ið tey eru komin upp í annan flokk.

Siborg Arge heldur tað bera til at skipa frítíðarskúlan soleiðis, at hann eisini er fyri stór børn.
- Vit fara at seta eitt tilboð saman, soleiðis at tað hóskar til teirra, sigur hon.
Einki serligt verður gjørt burtur úr, tá ið børnini fyri fyrstu ferð møta mánadagin. Tá fara øll børnini í smáu rúmini, tí tey skulu læra starvsfólkini at kenna.
Seinni er ætlanin, at øll møta í felagsrúminum og so fara til ymist virksemi inni ella úti.
randi@sosialurin.fo