Tað er neyðugt at fyrihalda seg til ta lóggávu, sum er galdandi, og børn skulu ikki revsast fíggjarliga, fyri hvussu foreldur teirra skipa teirra viðurskifti.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við FM1, nú partamaður hansara, Helgi Abrahamsen, sum er landsstýrismaður í vinnumálum, gjørdi greitt, at hann hevði ikki ætlanir um at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini.
Tað var Bjarni Kárason, tinglimur fyri Framsókn, ið vildi hava Helga Abrahamsen at greiða frá, hvørt hann hevði ætlanir at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini, tí sum er, hevur bert annað foreldrið rætt til barsil, um bæði foreldrini hava sama kyn, tí bert annað teirra hevur foreldramyndugleika.
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at sum útgangsstøði hevur sambandsflokkurin ta støðu, at tað stendur frítt hjá hvørjum einstøkum at hava sína egnu støðu í etiskum málum. Kortini er neyðugt at fyrihalda seg til ta lóggávu, sum er valdandi, heldur løgmaður.
– Og tað er eitt fakta, at lóggávan er broytt fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at tvey av sama kyni kunnu ganga saman í parlag og kunnu eisini fáa sær børn. Og tað sentrala í hesum má vera og skal vera børnini. Og tað skal ikki vera soleiðis, at børnini skulu verða øðrvísi viðgjørd, óansæð hvussu foreldrini annars hava valt at skipa síni viðurskifti.
– Tí haldi eg ikki, at tað er rætt, at mann fíggjarliga, um mann so má siga, straffar foreldrini, soleiðis sum tey hava valt at skipa sítt lív, at tað kann ganga út yvir børnini, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum leggur aftrat, at málið er heldur ikki viðgjørt í samgonguni.










