- Tað er avgjørt pláss fyri bata.
Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, á fundi hjá Ráðnum Fyri Brekað í Løkshøll mánakvøldið um rættindini hjá børnum, ið bera brek.
Hon sigur, at stóra avbjóðingin er, at sum er, liva og virka børn sum bera brek, í einum samfelagi, sum er tillagað evnunum hjá børnunum, ið ikki bera brek.
- Tað merkir, at tað er ein grundleggjandi ójavni ímillum evnini hjá børnum við breki og tað samfelagið, tey liva og virka í, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tískil er allatíðina neyðugt at gera tillagingar, so at børn við breki at vera við í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur.
Rætt at verða hoyrd
Í ST sáttmálanum um børn, ið bera brek, stendur, at øll børn hava rætt at verða hoyrd í øllum viðurskiftum, sum viðvíka teimum, á jøvnum føti við onnur børn, alt eftir aldri og búningarstigi.
- Tað merkir, at Almannaverkið hevur skyldu at lýsa hvørt einstakt mál gjølliga og í tí sambandi eigur barnið at verða hoyrt.
Men hesi viðurskifti eru ikki formliga ásett í lóg og Annika Olsen heldur, at tað er tíðin búgvin til nú.
- Børnini skulu eisini at hava eina rødd og tí er neyðugt at hava ein stovn, sum verjir teirra sak.
Tí hevur landsstýriskvinnan í umbúna at stovna eitt Barnaumboð, sum júst skal røkja hesa uppgávuna.
Annika Olsen heldur, at hetta er ikki ein uppgáva, sum tað ber til at leggja á foreldrini, tí tey hava frammanundan stór tøk at taka við at berjast fyri at teirra børnum.
- Hjá teimum verður tað ov nógv!
Óheft umboð
Annika Olsen sigur, at tí heldur hon, at tað er neyðugt, at børnini fáa eitt óheft umboð, hvørs einasta uppgáva verður at tala barnins søk.
- Barnaumboðið skal vera ein óheft rødd hjá børnunum og til at hjálpa sær við tí, skal Barnaumboðið hava eitt Barnaráð við seks limum, sum øll skulu vera fakfólk.
- Barnaumboðið skal hava eftirlit við, at tey tilboð, vit hava til børn og ung er á landi, eru nøktandi eftir barnarættindasáttmálanum hjá ST og teirri lóggávu, vit hava.
- Barnaumboðið skal hava sum aðalmál, at røddin hjá børnum og ungum verður hoyrd í øllum málum, sum hava við teirra viðurskifti at gera.
- Samstundis skal Barnaumboðið kunna landsins myndugleikar, kommunur, og almenningin, um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sigur Annika Olsen.
- Eg eri sannførd um, at eitt slíkt barnaumboð hevði fingið stóran týdning í sambandi við at liva upp til ST sáttmálan um tey børn, sum bera brek, legði hon afturat.
Hon sigur, at barnaumboðið kann tala at, tá ið børn og ung ikki fáa tær tænastur frá Almannaverkinum, tey hava rætt til, ella tá ið ein málsviðgerð tekur ov drúgva tíð, fyri at nevna tvey dømi.
Alt annað enn ljósareytt
Støðan hjá teimum, sum bera brek í Føroyum er alt annað enn ljósareyð.
Tað kom fram á fundinum, sum Ráðið Fyri Brekað førdi fram á fundi um rættindini fyri brekað mánakvøldið.
Sum tað sæst í aðrari grein, hevði Abraham Løkin, pápi dóttur við down syndrom, nógvar góðar royndir.
Men tað vóru tað ikki øll, sum høvdu.
Á fundinum tóku foreldur og onnur avvarðandi orðið og greiddi frá, hvussu ringar royndir tey høvdu, serliga av Almannaverkinum.
Onkur greiddi frá, at tey høvdu fingið viðhald í kærustovninum í eini kæru ímóti almannaverkinum, men hóast hetta var í desember, var framvegis ongin reaktión yvirhøvur úr Almannaverkinum.
Onkur annar greiddi frá, hann bíðaði framvegis eftir svarið upp á ein tvey ára gamlan fyrispurning.
Fleiri vístu eisini á, at mangan var familjan heilt slept upp á fjall og púrasta gloymd og at nettupp tað er ein nógv undirmettur trupulleiki, tí ofta er tað so krevjandi at hava børn, sum bera brek
Kanningar aðrastaðni vísa, at 80 prosent av foreldrum at børnum við autismu, skiljast, tí tey slítast upp
Hetta er ein trupulleiki bæði Annika Olsen og Hallur Tomsen, deildarleiðari á nýggju menningardeildini á Almannaverkinun ásanna.
Annika Olsen sigur, at hon veit ítøkilig dømi um, at foreldur at barni við autismu, varð sent runt í klingur í allari skipani, og tá ið avtornaði, høvdu tey verið í sambandi við ikki færri enn 71 starvsfólk í 14 ymsum myndugleikum fyri at fáa hjálp til barnið við autismu.
Semja er um, at hett ber ikki til og tí er menningardeildin hjá Almannastovuni í ferð við at umskipa virksemi, at at øll hjálp nú verður savnað á einum og sama staði, at.
Tað merkir, at tá ið fólk venda sær til Almannaverkið, skulu tey bara hava eitt fólk at tosa við og hetta fólki skal síðani snikka eitt heildartilboð saman.
Tey avvarðandi á fundinum, sum umrøddu evni, hildu, at hetta vóru stórtíðindi fyri tey.
Men tey saknaðu, at skúlin verður ein natúrligur partur av hesi heildarætlan.
Eitt ítøkiligt dømi varð nevnt um ætlaða flokkin, studentaskúlin í Hoydølum ætlar at skipa í summar fyri næmingar við autismu.
- Har varð ein næmingur vrakaður, tí at hann hevði ikki havt kravdu lærugreinarnar í fólkaskúlanum, hóast evnunum einki biltu.
Skulu hava eitt skump
Tað hevur stóran stýdning, at tey, sum bera brek, eru virkin.
Tað staðfestu fleiri av teimum, sum vóru á fundinum hjá Ráðnum Fyri Brekað í Løkshøll í mánakvøldið.
Men tey staðfestu eisini, at sjálvi duga tey ikki so væl at seta seg sjálvi ígongd og tískil hevur tað stóran týdning, at onkur er, sum kann geva teimum eitt skump.
Í hesum sambandi hava ítróttarfeløgini fyri brekað, og øll hini ítróttarfeløgini, ein stóran leiklut, men eisini øll onnur vaksin, sum eru um tey.
Men umframt at halda tey virkin, gevur ítrótturin eisini aðrar ágóðar, sum ikki hevur nakað beinleiðis við ítróttin at gera, sigur Tóra Hansen, lærari og fyrrverandi ráðgevari í ÍSB.
- Tað gevur teimum áræði seinni í lívinum, tí tað gevur teimum eina kenslu av, at kunnu tey klára seg í ítrótti, kunnu tey eisini klára seg í øðrum viðurskiftum.
Men tað vóru eisini summi, sum vistu um børn, sum ikki sluppu á lið at spæla fótbólt, tí tey ikki dugdu so væl.
Foreldur vísti á, at hon visti um børn, sum ikki sluppu upp í part at spæla fótbólt, tí at tey ikki dugdu so væl.
- Spurningurin er, hvat endamálið er. Er endamálið at vera við og hava tað stuttligt, ella er endamálið at røkka tindinum og hava tað kalt.
Abraham Løkin sigur, at júst hetta er ein spurningur, sum órógvar hann eiitt sindur.
Tey, sum bera brek, duga ikki líka væl at aktivera seg, sum onnur og tí hevur tað stóran týdning, at onkur er til staðar og setir tey í sving.
Hann staðfestir samstundis, at í NSÍ, har hann er venjari, er tað bara á EFFO liðnum, at tað snýr seg eina og aleina um at vinna.
- Í øllum øðrum deildum snýr tað seg um at hava so nógv við sum gjørligt, so leingi sum gjørligt, tí endamálið er at verða savnandi.
Skulu njóta øll mannarættindi
Hetta er tað, ST sáttmálin sigur um børn, sum bera brek:
1. Limalondini skulu taka øll neyðug stig til tess at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njo?ta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjo?ðis øðrum
børnum.
2. I? øllum atgerðum, sum vi?kja at børnum, ið bera brek, skal tað, ið best tænir barninum, vera fremsta atlit
3. Limalondini skulu tryggja, at børn, ið bera brek, hava rætt til fri?tt at siga fra? si?num a?skoðanum i? øllum ma?lum, sum viðvi?kja teimum, at teirra a?skoðanir fa?a ho?skandi atlit samsvarandi aldri og bu?ningarstigi a? jøvnum føti við onnur børn, og fa?a hja?lp samsvarandi breki og aldurstigi at fremja tann rætt i? verki.
Áhaldandi neyðugt
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað sigur, at tað er áhaldandi neyðugt at gera vart við.
Hon ásannar, at nógv kann gerast við lóggávu og peningaligum játtanum.
Men hon heldur, at tað er eisini ein hugburðsbroyting og hon er sannførd um, at fáa vit ein hugburð, har øll eru javntsett, fáa vit eisini eitt rættvíst samfelag.
LES EISINI GREININA: Føroyar eru eitt paradís fyri tey ið bera brek