Børnini í miðdeplinum

Hósdagin verða árliga Barnaleikirnir á Svangaskarði á Toftum.

Hetta er tiltak fyri 3-6 ára gomul børn. Tað eru Ítróttarbarnagarðurin á Svangaskarði og Tofta Ítróttarfelag, sum skipa fyri.

Í fjør vóru umleið 700 børn við í leikunum, og áhugin at taka lut er eisini stórur í ár. Seinasta freist at boða frá luttøku er mánakvøldið klokkan 21.

Hetta er fjórðu ferð, at tað verður skipað fyri Barnaleikunum. Umframt at børnini taka lut í spølum og kappingum, so verður skipað fyri undirhaldi. Eitt nú vitja Trølla Pætur og Omman.

At hjálpa sær við fyrireikingunum hava tey á Toftum fingið 23 læraralesandi og pedagoglesandi.

Tað verður Maud Vang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sum fer at seta leikirnar.

Luttøkugjaldið er 50 krónur fyri hvørt barnið, og tað ber til at tekna seg á barnaleikir@janjoensen.dk ella við at ringja 252254. Síðsta freist at boða frá luttøku er mánakvøldið klokkan 21.