Har sleppa børnini at hoyra um Guð og Jesus, men okkurt óvæntað er eisini á skránni Klokkan 15 í morgin, fyrsta páskadag, verður barnagudsatænastu í Havnar Kirkju. Tað er Marjun Lómaklett, prestur, sum heldur hesa barnagudstænastuna, sum er tann fyrsta í Havnar Kirkju ? í hvussu so er í langa tíð.
Hon sigur, at hon hevur merkt, at ynski hevur verið frammi um at hava eina barnagudstnastu og tí hevur hon gjørt av at halda eina nú, 1. páskadag.
Tí vónar hon eisini, at nógv koma og at foreldur koma við børnunum og at ommur og abbar koma við ommu-og abbabørnum.
Av tí, at gudstænastan er fyri børn, er hon eisini løgd til rættis hareftir.
- Vit fara at syngja lættar sálmar og aðrar, fittar sangir, sum børnini duga. Og hvør veit, kanska verður okkurt óvæntað á skránni eisini.
Børnini fara eisini at hoyra onkra fitta søgu
Men boðskapurin verður ikki gloymdur og Marjun Lómaklett fer at fortelja børnunum um Guð og Jesus og um, hví vit halda páskir.










