RØRSLUÁR
Tað var stórur aktivitetur í fimleikahøllini í skúlanum á Løgmannabreyt fyrrapartin í gjár.
Eini 30 barnagarðbørn í aldrinum 4-7 ár vóru savnað í fimleikahøllini til eina innandura kapping í fótbólti, sum starvsfólk í barnagarðinum á Løgmannabreyt hevði tikið stig til.
Jarleivur Hansen, ið er ein av stigtakarunum, sigur, at teir í sambandi við rørsluárið í ár høvdu tosað um, at skipa fyri hesari innandura kappingini í fótbólti, og tá avtornaði mannaðu barnagarðarnir í Hoyvíkarøkinum fimm lið við fimm leikarum á hvørjum liði, umframt útskiftarar.
Kappast var øll móti øllum, og børnini gingu høgt upp í kappingina. Fleiri vóru ílatin leikaratroyggjur frá kendu ensku feløgunum, og sjálvt um dystirnir ikki vóru merktir av taktiskari snildu, so kappaðust og hugnaðu børnini sær óført.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einari slíkari kapping, men hepnast tað væl, er rættiliga sannlíkt, at vit fara at endurtaka hetta komandi ár, sigur Jarleivur Hansen.
Barnagarðurin á Løgmannabreyt hevur fimleikahøllina í skúlanum hvønn mánadag millum 10 og 12, so tað var lag á manni í so máta at skipa fyri hesari innandura kappingini.
Vit tosaðu við PM og Eik Banka, og teir stuðlaðu okkum við ávikavist Sunkist og troyggjum og endurskini, sigur Jarleivur Hansen.
Hann sigur, at fótbóltur mest liggur til dreingir, men kortini vóru nakrar gentur við eisini.