Tann vælkenda tónleikasendingin, X-factor, fekk fína vitjan í hesari vikuni. Øll 3 børnini hjá Michael Jackson, Prince Michael, Paris og Blanket, vitjaðu í sendiningini. Hetta var í USA.
Rómurin var øgiligur, tá børnini vóru at síggja. Allir dómararnir, Simon Cowell, Paula Abdul, Nicole Scherzinger og L. A. Reid, reistu seg seg at klappa saman við áskoðarunum. Og sum heild høvdu tey bert rósandi orð at bera teimum.
Á senuni vóru tríggir av brøðrunum hjá Michael Jackson, Jermaine, Tito og Marlon. Teir presenteraðu mammu sína og so eisini børnini hjá Michael Jackson.
Familjan vísti seg bara tveir dagar eftir, at lívlæknin hjá Michael Jackson, Conrad Murray, varð dømdur til at nýta tey næstu fýra árini í fongsli orsakað av óviljað manndrápi á Michael Jackson. Dómurin er treytaleysur, og Conrad Murray fær ikki loyvi at verða royndarleyslatin.
Orsøkin til at familjan vitjaði var, at allir luttakararnir í sendingini høvdu fingið til uppgávu at syngja onkran sang hjá deyðu popplegenduni. Hetta dámdi 13 ára gomlu Paris sera væl. Sambært radaronline.com, segði hon, at framførslurnar hjá luttakarunum vóru frálíkar. Hetta var tann elsti sonurin, Prince Michael, ið er 14 ár, púra samdur í. Og eisini mamman, 81 ára gamla Catherine Jackson, tók undir við børnunum.
Dómararnir vóru eisini nøgdir við kvøldið sum heild. M. a. segði Simon Cowell, ið annars plagar at vera sera kritiskur, at Michael Jackson var ein av teimum bestu sangarunum í heimssøguni.
Skrivað hevur : Neil Heldarskarð