Gurið Mortensen starvast í sínum gerandisdegi við dagrøktarbørnum. Hon starvast í sonevndu Doktarahúsunum í Vági, har dagrøktarbørnini eisini halda til. Gurið Mortensen var ein av hondbóltskvinnunum, sum vann silvur í Itlaia í sera spennandi kappingini har. Tá Gurið mikudagin kom aftur til arbeiðis eftir ferðina í Italia, gjørdist hon glað og bilsin. Dagrøktarbørnini vóru nevniliga til reiðar at taka ímóti hondbóltshetjuni. Við føroyskum fløggum tóku tey ímóti Gurið og í gongini hekk eitt skreytuppslag við mynd av børnunum, har tey ynsktu henni tilukku við silvurheiðursmerkinum. Jú, hetjan var komin aftur til arbeiðis og fekk uppibornan heiður.









