Jenis av Rana fer at seta Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í heilsu- og almannamálum fyrispurning um, hvør orsøkin er, at tað ikki enn er søkt eftir skúlalækna til suðurstreymoyarøkið. Hann vísir á, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum í vár lovaði Føroya Løgtingi, at hetta fór at verða gjørt, so lækni var tøkur til byrjanina av nýggja skúlaárinum.
Jenis av Rana v il eisini hava landsstýrismannin at greiða løgtinginum frá, hvussu støðan er viðvíkjandi skúlalæknum í øðrum økjum í landinum.
? Tíðliga í vár svaraði Helena Dam á Neystabø, sum tá umsat hetta málsøkið, fyrispurningi frá mær, at hon við fullari vissu kundi lova, at lýst fór at verða eftir skúlalækna til byrjanina av nýggja skúlaárinum, sigur Jenis av Rana.
? Lyfti hennara tykist tíverri brotið, og enn eitt ár byrjar við ongum skúlalækna í høvuðsstaðarøkinum, økinum, sum rúmar 2/5 av børnum landsins, og er hetta enn ein kapittul í einari longri søgu um áralanga vanrøkt av komandi ættarliðinum, sigur tingmaðurin.
Jenis av Rana vísir síðani á, at fram til 1994 hevði eingin skúlalækni verið í Suðurstreymi í mong ár. Hóast áhaldandi áheitanir vildu skiftandi
landsstýri ikki lýsa eftir slíkum, brúktu m.a sum undanførslu, at eingin fór at søkja.
? Tá tað at enda eydnaðist mær at fáa býráðið at heita á landsstýrið at søkja, komu tvær umóknir, lækni varð settur og røkti starvið í trý ár.
Á vári 97 segði hesin seg úr starvi, og hóast margfaldar áheitanir hevur ikki eydnast at fáa skiftandi landsstýrismenn at røkja uppgávu sína og skipa so fyri, at børn í høvuðsstaðarøkinum fáa ta fyribyrgjandi røktina, sum samfeløg á okkara støði meta avgerandi neyðuga, sigur Jenis av Rana.
Tingmaðurin heldur, at hægsti politiski myndugleikin má vera sína uppgávu vaksin og kenna ábyrgd. Skúlalæknaarbeiðið kann ikki yvirmetast, tað er fremsta fyribyrgingartiltak fyri heilsu skúlabarnanna. Tað hvílir tí ein álvarslig ábyrgd á einum landsstýri, sum ikki røkir og prioriterar hesa uppgávuna millum tær fremstu, sigur Jenis av Rana.