Børnini gjalda prísin

Tað eru serliga børnini, ið kenna sviðan av broyttu búskaparligu viðurskiftunum í Baltikum og Russlandi

Margareta Israelsson, svenskur politikari og limur í Norðurlandaráðnum, vitjaði hósdagin í farnu viku í Brüssel fyri at gera ES vart við, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk til frama fyri børnini í Eystursjóvarøkinum. Hon heitir á nevndina og ES-tingið um at arbeiða av øllum alvi við málinum.

- Eg gangi út frá, at Norðurlandaráðið og ES fara at samstarva rundan um hesar spurningarnar, sum snúgva seg um umstøðurnar, sum børn og ung vaksa upp í í nýggja Evropa í dag, segði Margareta Israelsson eftir at hava hitt Anitu Gradin, ES-kommiser í Brüssel.

Norðurlandaráðið hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við at viðgera spurningar og mál, ið hava við børn at gera, og hevur gjørt varð við átrokandi tørvin at bøta um støðuna hjá børnum í Baltikum og Russlandi. Arbeiðið er eitt nú skjalfest í álitinum "Barnes villkor och rättigheter i Baltikum og nordvästra Ryssland". Tað ber til at lesa álitið á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum www.norden.org og á www.baltchild.org. Millum ítøkiligu úrslitini, ið eru komin burtur úr kunnu vit nevna toppfundin, sum varð um støðuna hjá børnum í Eystursjóvarøkinum, BARNforum, sum varð hildin í svenska høvuðsstaðnum í desember í fjør. Eisini ætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri børn og ung í Baltikum umframt ein røð av tiltøkum til bata eru ítøkilig úrslit av álitinum.

Prísurin fyri búskaparligu bygnaðarbroytingarnar í fyrrverandi Sovettsamveldinum verður fyri ein stóran part rindaður av børnum. Neyðuga yvirgongdin til marknaðarbúskap hevur ført við sær, at sosiala menningin er lægri raðfest og tað hava børnini fram um alt annað kent sviðan av.