Børnini fáa aftur graslíkisvøll á Viðareiði

Viðingar fáa um stutta tíð aftur ein graslíkisvøll. Í einari av ódnunum, sum leikaðu á í fjør, fór vøllurin, sum liggur við síðuna av Hotel Norð á Viðareiði.

 

Í gjár varð avtala gjørd millum Viðareiðis kommunu og Trine Laiderz frá fyritøkuni Laiderz, sum selur graslíki. Talan er um nýggja slagið av graslíki til fótbólt uttan innfyllu. Onki svart gummi verður at dragast við hjá teimum, sum koma at spæla og venja á vøllinum.

 

Á myndunum sæst Hans Jákup Kallsberg, saman við  Trine Laiderz.