Vit vita, at tað hendir. Tað hoyra vit um í tíðindunum og lesa um tað í bløðunum. Men tað er tá málið hevur verið í rættinum og er avgjørt.
Men tað eru í veruleikanum tey fægstu málini, sum koma so langt, tí nógv teirra síggja ongantíð dagsins ljós. So væl verða tey goymd.
Vit tosa um kynsligan ágang móti børnum.
Um dagarnar setti felagið Barnabati Føroyar ljóskastaran á trupulleikan við at halda eina stóra ráðstevnu um evni uppi á Hotel Føroyum.
Ein veruligur
trupulleiki
Seinastu árini hava víst, at tað í alt ov stóran mun verður framdur kynsligur ágangur móti børnum.
Uttan úr heimi hoyra vit javnan um mál av hesum slagi og tíverri er støðan ikki stórt betri her heima. Vit eru ikki øðrvísi enn onnur fólkasløg á hasum økinum heldur.
Tí er tað ein veruligur trupulleiki, sum Barnabati hevur tikið upp á ráðstevnuni og sigast má, at undirtøkan til ráðstevnuna vísir, at tað var tørvur á henni.
Marna Olsen, formaður í Barnabata Føroyar, sigur, at tey í byrjanini høvdu vónað, at eini 40 fólk fóru at tekna luttøku, men at tað skjótt vísti seg, at áhugin var nógv størri enn so.
? Nú ráðstevnan byrjaði var luttakaratalið komið upp á 170 og tað stóðu eini 40 fólk á bíðilista. Tíverri fyri tey, slapp eingin teirra við á ráðstevnuna, so vit hava tikið eitt evni upp, sum hevur havt stóran áhuga, sigur hon.
Men hvussu ber tað til, at tit valdu at taka júst hetta evni upp?
? Felagið hevur 20 ár á baki í ár, og tað, ætlaðu vit, skuldi haldast við eini ráðstevnu og vit hildu, at hetta var eitt skilagott val, greiðir Marna Olsen frá.
Breiður málbólkur
Luttakaralistin á ráðstevnuni er sum sagt langur, men tað, sum sermerkir luttakaralistan er, at tað í felstu førum er talan um fakfólk. Barnaverndir, pedagogar, lærarar og onnur, sum dagliga eru um børn eru við, og tey hava hoyrt fyrilestrarhaldarar tosa um m. a. rættindi hjá børnum í ljósinum av ágangi, kynsligan ágang móti børnum í Føroyum og um mangt annað.
Tey hava hoyrt um hvat eyðkennir misnýtt børn, og tað er nakað, sum tey í framtíðini kunnu gera gagn av, tá tey í framtíðini skulu »lesa « børnini av, og tað er nakað, sum er sera torført, tí tað er so ymiskt, sum signalini verða send út og hvussu tey vera móttikin.
Marna Olsen viðgongur, at tað er eitt sera viðkvæmt mál, tí samstundis, sum tað er í teirra áhuga, at hjálpa børnunum, so má tað vera á ein tílíkan hátt, at ósek fólk ikki koma at liggja í buktini í slíkum málum, tí tað er teimum til eins stóran skaða, sum tað er hjá teimum børnum, sum vera misnýtt.
Vitan og kjak
Endamálið hjá felagsskapinum við rástevnuni er, at seta fokus á seksuelt misnýtt bøn, at skifta vitan og royndir, at fáa eitt fakligt kjak um, hvussu kynsligur ágangur ímóti børnum kann fyribyrgjast.
Eitt breitt evni, sum formaðurin, Marna Olsen, heldur, at tey eru komin í gjøgnum.
? Vit halda, at vit hava rokkið teimum málum, sum vit settu okkum áðrenn ráðstevnan byrjaði, sigur Marna.
? Henda ráðstevna sigur okkum ikki alt, men nú hava vit sett hol á hetta málið og tað, sum nú umræður er, at vit framyvir hava eitt vakið eygað við tí, sum fer fram, leggur hon afturat.