Børnini eru altíð taparin

Tá foreldur fara sundur, gift sum ógift, verður sum oftast bert ein tapari – tað einstaka barnið. Harafturat stendur pápin nógv veikari mótvegis lógini, og fær mamman í 9 av 10 førum foreldramyndugleikan

Páparættindi

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í gjár segði Jørgen Lorentzen við Sosialin, at síðan páparevolutiónin, sum seinastu tvey ártíggjuni hevur skapt eitt heilt nýtt emotionelt tilknýti millum pápan og børnini, er farin fram, so er trupulleikin við foreldramyndugleika vaksin, tá familjurnar verða sundurskildar.

Frambrotini í páparættindum hava sostatt skapt eitt nýtt sosialt paradoks, sum til tíðir kann verða sera trupult at hava við at gera, nevniliga at pápin byrjar at gera meir og meir krav um samveru við børnunum.

- Og tað vísir seg sum at tað altíð er barnið, sum er stóri taparin í slíkum førum, sigur Jørgen Lorentzen.


Gloyma barnið

Í Føroyum er tað Ríkisumboðið, ið tekur sær av flestu sakum, har samvera millum foreldur skal ásetast, tá foreldrini ikki kunnu einast. Har hava tey eisini tikið hetta til eftirtektar, og sett ein, sum er kønur í barnamálum.

Tá pør skiljast, er tað ofta ein ógvuliga tung og hørð prosess, har nógv klandur um børnini kann fylla stóran part av tí. Tá er tað, at Ríkisumboðið kemur inn í málið, og má mekla millum foreldrini.

- Síðan tann køni í barnamálum fór til verka, so er talið av málum, sum enda á okkara borði umaftur og umaftur minkað munandi. Tað, sum møguliga er orsøkin til hetta er, at flestu foreldur hava lyndi til at gloyma barnið í stríðnum teirra millum, sigur Lene Moyel Johansen, ið er juristur og málsviðgeri hjá Ríkisumboðnum.


Mamman stendur sterkast

Tann 1. apríl kom nýggj lóg í gildi í Føroyum, ið hevði fleiri batar við sær á økinum. Men samstundis sum henda lógin kom í gildi í Føroyum, fór hon úr gildi í Danmark, eftir at hava verið virkin har í yvir 10 ár.

Sostatt settu føroyinga eina í nútíðarhøpi sera konservativa lóg um foreldrarætt í gildi. Tað heldur John Johannesen, í øllum førum.

- Nýggja lógin staðfestir ikki veruliga nakran rætt.  Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini og páparnir eru harvið fyri løgfrøðiligum, menniskjansligum og kensluligum órætti, sigur John Johannesen í viðmerkingunum í skrivligum fyrispurningi til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu á økinum.

- Ynskir annað av foreldrunum í eini konfliktstøðu at ógilda felags foreldramyndugleikan, kann viðkomandi fara í rættin og fáa hetta gjørt. Hóast rætturin metir, at bæði eru egnað sum foreldur, skal rætturin skera ígjøgnum og geva antin mammuni ella pápanum allan foreldramyndugleikan. Sambært hagtølum vinna mammurnar í 88 prosentum av tílíkum rættarmálum. Og so er aftur líka vítt sum sítt við javnstøðuni og við rættindunum hjá barninum og pápanum, sigur John Johannesen.

Sostatt stendur mamman nógv sterkast yvirfyri lógini, og í 9 av 10 førum vinnur hon rættin, tá bæði foreldur eru líka egnað.

Um so orðatakið »Fátt er sum faðir, einki sum móðir« er galdandi, er ilt at gita um.