- Børnini eiga ikki at verða spjadd út á enn fleiri skúlar

- Um frískúlar verða settir á stovn, fáa vit uppaftur smærri skúlar spjaddar ymsastaðni um landið ella í býunum, sigur Signar á Brúnni í svari til fyrispurning, um ætlanir eru at gera lóg fyri frískúlar í Føroyum

Tað kann koma okkum aftur um brekku í ólukkumát, um frískúlar verða settir á stovn í Føroyum. Tað heldur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, ið svaraði fyrispurningi frá Katrin D. Johansen, løgtingskvinnu, seinasta fríggjadag.

Løgtingskvinnan vildi vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera uppskot til føroyska lóg um frískúlar at leggja fyri tingið, og nær so verður gjørt.

Men hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at møguleiki skal vera fyri frískúlum, hevur landsstýrismaðurin ongar ítøkiligar ætlanir um hetta.

- Um frískúlar verða settir á stovn, fáa vit uppaftur smærri skúlar spjaddar ymsastaðni um landið ella í býunum. Tað hevur verið sagt, at vit skulu lata krónurnar fylgja næminginum, so skulu foreldrini sjálvi finna barninum skúlan, men at undirvísingarmøguleikarnir verða skerdir í tí lítla skúlanum, verður sjáldan nomið við, segði Signar á Brúnni í svarinum.

- Tað sansar at hjá okkum, sum nú er, at fíggja undirvísingarvirksemi fólkaskúlans. Tímarnir til undirvísing fólkaskúlans verða í dag lutaðir skúlunum við støði í næmingatalinum, og tað er ein sannroynd, at tað er trupult at fáa fíggjarliga karmin at røkka til gerandisdagin. Vit mugu ansa eftir ikki at spjaða børnini út á enn fleiri skúlar, enn vit hava frammanundan.

Í Føroyum, eru nógvir smáir fólkaskúlar. Í hesum skúlaárinum eru 62 fólkaskúlar, harav eru 21 skúlar við 20 næmingum og færri.


Málið skal lýsast

Landsstýrismaðurin segði, at tað verður neyðugt at lýsa málið um frískúlar gjølla, áðrenn uppskot um lóg um frískúlar verður lagt fyri løgtingið. Einki álit er til skjals um frískúlar í Føroyum. Landsstýrismaðurin arbeiðir við spurninginum, men er ikki komin til eina ávísa niðurstøðu um frískúlar, sum í fyrsta lagi fer at verða løgd fyri politisku samgonguna, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið.

Sambært løgtingslóg um skúlafyrisiting er heimild at skipa privatar skúlar, sum geva eina undirvísing svarandi til undirvísingina í fólkaskúlanum. Tílíkir skúlar mugu bert góðkennast, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á hesum. Adventistaskúlin er einasti privati skúli í landinum. Hann fær fíggjarligan stuðul av játtan á fíggjarløgtingslógini á hvørjum ári. Stuðulin verður veittur til 85 % av læraralønunum í skúlanum. Sambært kjakinum í tinginum, tá ið fyrispurningurin varð svaraður, er stórur gravgangur eftir at sleppa at ganga í Adventistaskúlanum.


Eftirskúli

Á hvørjum ári fara nógv ung uttanlands á eftirskúla. Tey hava ikki møguleika at velja millum ymisk skúlatilboð her á landi. Nú verður fyrireikað lóg um eftirskúla í Føroyum. Tvey álit verða skrivað um eftirskúla. Annað er uppskot um, hvussu eftirskúli kann verða skipaður í Føroyum, og hitt um, hvussu ein eftirskúli til menningartarnað kann verða skipaður í Føroyum.

Løgtingskvinnan, ið setti fyrispurningin fram um frískúla, vísti í viðmerkingunum á, at allar royndir og kanningar í øðrum londum vísa einmælt, at alt skúlaverkið mennist, um borgarin kann velja millum fleiri skúlatilboð.