Børnini doyggja

Á einari ráðstevnu í zimbabwiska høvuðsstaðnum Harare í vikuni kom fram, at nógv børn í Zimbabwe eru í sera stórum vanda fyri at fáa eyðkvæmi.

Landsins heilsumálaráðharri, David Parienyatwa, segði á ráðstevnuni, at umleið 2,3 milliónir fólk í landinum eru smittað við eyðkvæmi, men at 90 prosent av teimum vita ikki, at tey eru smittað. Hann segði, at ungar gentur eru í serliga stórum vanda fyri at fáa smittuna, tí gamlir mentanarligir siðir gera, at genturnar ofta verða noyddar at gifta seg blaðungar.

David Parienyatwa segði, at um tvey ár verða ein millión foreldraleys børn í Zimbabwe orsakað av eyðkvæmi. Sum er hava 780.000 børn mist mammuna av sjúkuni, og 240.000 børn eru skrásett sum smittað. Umleið 2.000 fólk doyggja av eyðkvæmi í Zimbabwe um vikuna.