Børnini bera vanarnar við sær alt lívið

Tað er serstakliga umráðandi, at vit leggja góðar kostvanar niður í børnini, tí vanarnar, børnini fáa, bera tey við sær alt lívið. Tað sigur Gyðja í Gongini, sum er ein av teimum trimum kostfrøðingunum, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett í starv, nú 2011 er tilnevnt Kostár.

Hon staðfestir, at øll vita, hvussu tórført tað er hjá vaksnum at broyta vanar og tí hevur tað týdning, at vit leggja góðar vanar niður í børnini.

Sjálv skal hon serliga hava við tey ungu at gera, men hon sigur, at teir tríggir kostfrøðingarnir fara allir at arbeiða saman.

Hon er ikki rættiliga greið yvir, hvussu hon fer til verka, men nú fara tey at taka øll tey góðu hugskotini við sær, sum tey fingu, nú kostárið varð sett.

- Vit fara at savna øll gullkornini, vit hava fingið í dag og so fara vit til verka eftir tí og tá ið árið er farið, eru flestu føroyingar vónandi meiri tilvitaðir um, hvat heilsugóður kostur er, sigur hon.

Á myndini eru teir tríggir kostráðgevararnir hjá Fólkaheilsuráðnum, frá vinstru eru tað Gyðga í Gongini, Snorri Patursson og Did Nicolajsen.