BØRN Í FØROYUM
Børn við serligum tørvi eru dottin burturímillum í vælferðarsamfelagnum.
Tað var niðurstøðan hjá Eyðuni Christiansen, samfelagsfrøðingi, á ráðstevnuni »Føroysk trivnaðar- og heilsumál nú og framtíðini«, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Tað er nýggja Trivnaðar- og heilsuráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni. Ráðið hevur sett eina umfatandi kanning av føroyska almanna- og heilsuverkinum verk, og tað vóru fyribils úrslit frá hesi kanningini, sum Eyðun Christiansen legði fram.
Spurnarbløð eru send stovnum og skipanum, sum vara av føroysku børnunum. Og niðurlagið, sum gekk aftur hjá heilsusystrum, sjúkrasystrum, pedagogum og lærarum var, at neyðuga orkan ikki er at taka sær av børnum við serligum tørvi og teirra familjum.
Ov stutt skipan
Tá ið foreldur at nýføðingum koma heim av føðideildini, fáa tey tilboð um heimavitjanir frá heilsusystraskipanini. Heilsusystirin kannar og eygleiðir barnið og ráðgevur foreldrum um menningina hjá barninum. Tá barnið er 18 mánaðir vitjar heilsusystirin ikki meira. Barnið kemur ikki aftur fyri teirra eygu, fyrr enn tað kemur í skúla og skúlaheilsusystraskipanina. Tað halda heilsusystrarnar vera stak óheppið, tí tær eru ofta tann sakkunnleikin, ið fyrst ber eyga við, at barnið ella familjan hevur ein serligan tørv.
Heilsusystrarnar møta við skúlabyrjan nógvum børnum við trupulleikum, ið kundu verið fyribyrgdir ella viðgjørdir fyrr, um til dømis heilsusystraskipanin hevði eitt skipað fyribyrgjandi tilboð til børn í aldrinum 2 til 6 ár, siga heilsusystrarnar í kanningini.
Ongin psykiatari
Á landssjúkrahúsinum er B4 einasta barnadeildin í landinum. Í sínum svari sigur deildin, at hon í ávísan mun átekur sær uppgávur, ið áttu at verið loystar aðrastaðni. Hugsað verður fyrst og fremst um barnapsykiatri og fysiurgiska uppvenjing av brekaðum børnum. Brekaði børn við serligum tørvi eru ofta innløgd longri enn neyðugt, tí ongir umlættingarstovnar ella stovnar, ið taka sær av fysiurgiskari venjing, eru til hesi børnini.
Víst verður eisini á, at tørvurin á barna- og ungdómspsykiatriskari viðgerð ikki er nøktaður. Í álitinum »Psykiatriætlan fyri ár 2000« verður mett, at umleið 600 børn og ung hava tørv á psykiatriskari viðgerð. Tað er í løtuni ongin føroyingur útbúgvin í barna- og ungdómspsykiatri, men fólk vera send úr Danmark at viðgera børnini. Hetta nøktar sambært psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum langt frá tørvin á økinum, umframt at málsligi trupulleikin eisini ger vart við seg.
Fá starvsfólk
Øllum kunnugt er ansingartrupulleikin av børnum stórur í Føroyum, men hann er batnaður nakað væl, síðan kommun urnar yvirtóku økið. Trupulleikin er bara, at talið av pedagogum ikki stendur mát við økta talið av stovnsplássum.
Í dagstovnalógini stendur, at minst tveir triðingar av starvsfólkunum á einum ansingarstovni skulu hava útbúgving, men mett verður, at bara helmingurin av pedagogstørvunum eru sett. Leiðarar fyri dagstovnar siga í hesum døgum í yvirlýsing, at tørvur er á umleið 130 pedagogum, men talið á pedagogum veksur bert við 24 um árið.
Tørvurin á námsfrøðingum minkar serliga um møguleikarnar hjá stovninum at hjálpa børnum og familjum við serligum tørvi. Og tað er serliga undir slíkum umstøðum, at tann fakliga vitanin er týdningarmikil, siga ansingarstovnarnir í kanningini.
Skúlin svíkur
Í Fólkaskúlanum er sama skilið. Í álitinum »Lærari í Føroyum 2002«, verður víst á, at ein meiriluti av lærarunum ikki metir, at skúlaverkið megnar at taka sær av næmingum við serligum tørvi. Sostatt livir Fólkaskúlin ikki upp til at vera ein eindarskúli, har næmingarnir hava javnbjóðis møguleikar, og har undirvísingin er lagað til einstaka næmingin.
Á Sernámsdeplinum hava 45 børn við serligum tørvi sína dagligu skúlagongd. Talan er um deyv og menningartarnað, har fleiri eru fjølbrekað børn. Men heldur ikki her, er orkan, ið verður sett av til børnini við serligum tørvi, nøktandi. Stovnurin metir seg at fáa alt ov lítla játtan í mun til tað virksemið, ið stovnurin skal standa fyri.
Tá Eyðun Christiansen tók saman um kanningina var niðurstøðan sostatt einføld: Børnini við serligum tørvi detta burturímillum, og stórur tørvur er á arbeiðsmegi við fakligum kunnleika.
Endaliga frágreiðingin skal eftir ætlan vera liðug 31. desember, men hon er so umfatandi, at ivasamt er, um hon er liðug til ta tíð.