Her meini eg við tær sparingar, sum verða framdar innan Nærverkið, har Trivnaðartænastan hevur fingið boð um at spara 2.3 milliónir, og hetta merkir, at sambýlið á Pætursgøtu verður niðurlagt og øll starvsfólkini verða uppsøgd.
Sambýlið á Pætursgøtu
Hetta er einasta stað í Føroya landi, har ið tú hevur spesialisering, tvs. fakfólk sum taka sær av børnum við Asperger Symdromi. Eisini fyri tí fyri eygað at børn við asperger syndromi verða vird fyri tað sum tey eru.
Stórt bakkast og skomm yvir landsins leiðslu.
Her verða vit skotin fleiri ár aftur í tíðina. Eg havi sjálvur arbeitt nógv ár við børnum við autismu, og eg veit hvat, ið eg tosi um. Hetta er eitt stórt afturstig á námsfrøðiligu leiðini fyri okkara land og ikki at gloyma tey stakkals børn og avvarðandi.
Eg skammist av tykkara avgerðum. Sjálvandi blivu starvsfólkini á sambýlinum á Pætursgøtu ikki tikin við uppá ráð, tá ið tit tóku hesa skammiliga avgerð.
Hvar eru tey bleytu virðini?
Landsstýrskvinnan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, gjørdi herfyri púra greitt, at sparingarnar fóru ikki at raka stovnarnar undir Nærverkinum. Ja, Rósa Samuelsen landstýriskvinna og fíggjarnevndin, her ruggar ikki rætt. Ja, fíggja bara fleiri tunnlar o.a og lat tey veiku vera veikari?
Hvar eru tey bleytu virðini og tykkara vallyftir?
Nei, hetta er fólkafloksleiðsla, sum herskar í okkara landi. Hvar er Javnaðarflokkurin og hvar er andstøðan í hesum avgerðum, og hvar eru tey bleytu virðini, sum tit so mannliga skrivaðu og lovaðu um til løgtingsvalið?
Leggið frá tykkum!
Tit, ið ráða mugu finna sparingar aðrastaðni. Hvat við at tit spara upp egnar lønir og samsýningar. Fara tit eisini at spara á Føroya Barnaheimi, og hvat verður tað næsta?
Skal Tórshavnar kommuna yvirtaka sertovnaøkið?
Eg haldi, at samgongan hevur spælt fallit og burdi lagt frá sær í stundini. Kanska hopa tit uppá, at Tórshavnar kommuna yvirtekur sertovnaøkið ella hvat? Tað hevði eftir mínum tykki verið mest skilabest. Vit hava yvirtikið dagastovnaøkið við frálíkum úrsliti. Sum bert gongur framá.
Ja, vit kenna øll søguna hjá teimun eldru í Tórshavnar kommunu og generelt í landinum. Nú standa børn við Asperger Syndrom og heimleys børn fyri tørni.
Eg havi eitt orð til tykkum: Stór skomm og leggið frá tykkum í stundini.
Levi Mørk
námsfrøðingur og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu
limur í sosialunevnd og nevndarlimur fyri Føroya Barnaheim.