Børn við serligum tørvið eiga ongan góðan!

Børn við serligum tørvi eru slept upp á fjall hjá Tórshavnar kommunu og frá almennari síðu, tá ið talan er um frítíðrskúlatilboð

Ja, vit hava ein stóran trupulleika á økinum. Tí tað er einki kommunalt frítíðarskúla tilboð fyri børn við serligum tørvi eftir 2. flokk. Heldur ikki, fylgja tilsvarandi játtan við og hølisviðurskiftini á økinum eru sera vánalig.

Hetta er ein neyðloys frá almennar síðu.

Sum er nú er, hava børn ikki krav upp á kommunalt frítíðartilboð aftan á 2. flokk, hetta er eisini galdandi fyri børn við serligum tørvi, her vísur Almannastovan til høluni hjá Javna í Gundadali. Har eru, sum eg havi skilt, einans børn við diagnosu innan ADHD/DAMP-økið. Her eru øll børnini í sama frítíðarskúla høpi. Talan er um børn við autismu og børn við øðrum trupulleikum.

 

Javni ger eitt gott arbeiði:

Men lat meg sláa tað rimmar fast, at Javni og tey starvsfólkini, sum har arbeiða gera eitt gott arbeiði. Men tað er ikki her í eg rætti fokus, so er tað komið upp á pláss. Eg eri meira eftir, hvussu ið tað almmenna og Tórshavnar kommunan raðfesta børn við serligum tørvið.

 

Hoyvíkar skúli-og frítíðarskúli.

Hoyvíkar Skúli hevur gott orð á seg sum ein frálíkur skúli, ið ger eitt gott arbeiði, fyri teir veiku næmingarnar. Hetta er eisini galdandi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har sera væl útbúgvið fólk tekur sær av børnum við serligum tørvi, men her skal meira til.

 

Ov lág játtan til betri karmar.

Her fylgir eingin fíggjarlig játtan til betring av karmunum, sum er eitt krav, um tú skalt hava ein munagóðan kvalitet á økinum. Sjálvt um, Tórshavnar kommuna, roynir, at fylgja við, er støði ikki gott nokk í dag. Nej, her er nógv eftir til at støði skal vera betri.

 

Øll hava ymiskan tørv.

Foreldur skríggja um hjálp og um betri fagligt innihald, fagligt støði og betri karmar, etc, men einki hjálpir. Øll serbørn vera bólkaði sum tey eru eins og hava sama tørv. Tú mást hyggja, at tí einstaka barninum og øll børn hava jú ymiskan tørv. Tað eru alt ov nógvar fyribilsloysnir á økinum, hvat við at finna eina verandi loysn.

 

Eg eri troyttur av fyribilsloysnum.

Nej, her vantar, yvirornað politisk stev, har bæði kommunalir og landsinds myndugleikar, síggja veruleikan í eyguni, og steðga, alt sum eitur fyribilsloysir. Eg eri troyttur, av øllum hesum fyribilsloysnum á hesum økið.

 

Børn og avvarandi eru gíðslar.

Nej, lat okkum fáa skil uppá hetta økið, við at útbyggja verandi karmar í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har pláss vera til børn við serligum tørvið, heilt upp til 4-til 5 flokk. Ella gera ein nýggjan bygning, sum loysir trupulleikan, og harvið fjerna vit fyribilsloysnir. Tí tað eru børn og foreldur sum í seinasta enda, eru gíðslar í hesum málið.

 

Hetta er ein tvørpolitisk avgerð:

Her krevs ein tvørpolitisk avgerð um, millum land og kommunu, har eg haldi, at hetta økið skal yvirtakast og har Tórshavnar kommuna, fær fulla ábyrgd á økinum og tað fíggjarliga fylgjur við.

 

Vel Levi Mørk, eg eri nakað fyri øll.