BUR - ella Børn Uttan Rættindi - er nú eisini komið á alnetið, so fólk betri kunnu kunnast um virksemið hjá felagsskapinum
Heimasíðan er ætlað at verða ein tænasta hjá teimum, sum hava áhuga í at bøta um rættartrygdina hjá børnunum. Upplýsingar um almennar myndugleikar, løgfrøðilig viðurskifti, vanligar mannagongdir, greinar frá barnaserkønum o.a. verða lagdar út á síðuna so hvørt vit hava tað klárt.