Børn til Íslands at renna

Teir bestu ungu rennararnir í felagnum Treyti fara til Íslands fyrst at venja og síðan at luttaka í altjóða rennikapping

Felagið Treysti fer fríggjadagin til Íslands við einum stórum ferðalagi.Tey verða 27 fólk, harav helvtin er børn.
Fyrst fara børnini at venja í eina viku og síðan at luttaka í altjóða kappingini Stórmóti ÍR í Lagardali vikuskiftið 22. og 23. januar.
Børnini, sum stóðu seg best í FM-rennikappingini fyri børn í summar, fingu fyrsta rætt at koma við. Tey vaksnu eru foreldur og onnur.
Børnini eru bara von at renna í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað verður munur á hjá teimum at skula royna seg í høllini í Reykjavík, sum hevur rennibreyt við sama undirlagi, ið rennibreytin í Havn hevur. Børnini eru millum 9 og 14 ára gomul.
Tað verður ein uppliving fyri ungu rennararnar at luttaka í hesi kappingini og síggja onnur royna longdarlop og onnur lop.
Endamálið við ferðini er eisini at geva børnum og foreldrum eina felags sosiala uppliving, og áðrenn farið verður heim aftur, verða útferðir gjørdar, sigur Guttorm Sørensen, ein av fyririkarunum.
Av tí at rennararnir eru í skúlaaldri, er ætlanin at skipa undirvísing fyri teimum einar tveir tímar, meðan tey eru í Íslandi.