Tórshavn: Matstovurnar í Havn hava úr at gera um ólavsøkuna. Nógvir eru gestirnir bæði av bygd og úr bý, sum koma at vitja, og øll skulu hava ein bita. Og tað eru ikki øll sum halda at ein pylsa er nóg mikið, og leita sær tí í eina av matstovunum í høvuðsstaðinum.
Ólavsøkuaftan aftaná kappróðurin fóru fimm vaksin og fýra børn inn í eina av matstovunum í Havn. Tey høvdu verið til kappróður, so nú skuldi vera gott at fáa ein bita.
Men gleðin gjørdist heldur stokkut. Tí meðan bíðað varð eftir borðinum fóru børnini og onnur á wcið. Eigarin av matstovuni gjørdist fúkandi óður og bað børnini sleppa sær útaftur. Sjálvt um mammurnar royndu at greiða frá, at børnini vóru í fylgi við teimum, so hjálpti onki.
Løgin atburður
Ein av teimum, sum var við greiðir soleiðis frá:
? Vit vóru fýra tilkomnar konur og fýra børn, sum fóru inn og bóðu um eitt borð til níggju fólk. Servitrisan var blíð og bað okkum bíða, meðan hon vaskaði borðini og gjørdi tey til reiðar. Vit høvdu ongantíð verið har fyrr, og børnini fóru so á wcið meðan vit bíðaðu. Og tá kom eigarin og bað tey sleppa sær út aftur, og mammurnar skiltu onki, tí tær søgdu, at tær høvdu roynt at greiða frá, men onki nyttaði. Hann var so fúkandi óður.
? Tann eina mamman segði, at hon fór ikki at senda børnini útaftur, so hon fór við, og tað endaði við, at vit øll fóru út. Útkomin tosaðu vit eitt sindur aftur og fram um hetta, og tað endaði við, at vit komu til ta niðurstøðu, at hesum skuldu vit ikki finna okkum í, verður greitt frá.
Ein av teimum fimm tilkomnu kvinnunum fer so innaftur, og biðjur um at sleppa at tosa við eigaran. Servitrisan sigur, at talan er um eina misskiljing, og at tey eru vælkomin innaftur.
? Eg fór inn har fyri at skelda hann út. Tá børnini uppføra seg hampuliga, so skulu tey vaksnu eisini vera hampulig yvirfyri teimum. Eigarin bað beinanvegin orsaka, og tað endaði við, at hann kom út á vegin har vit øll stóðu at biðja um orsaka, eisini børnini.
Eigarin vildi vera við, at orsøkin til at hann hevði uppført seg soleiðis var, at nógv børn runnu inn og út at brúka wcið, sum so tiptist.
? Men tá hann hevði sagt umskylda, so fóru vit bara onkra aðrastaðni at eta, tí hatta var ein heldur løgin atburður at hava, verður at enda sagt.