Børn í túsundatali svølta

Støðan har eysturi í afrikanska landinum Kongo er syndarlig, og tørvur er á nógvari hjálp.

Tann eystari parturin av Kongo er um at gerast eitt tað ringasta vanlukkuøki í heiminum nakrantíð. Hildið verður, at 3,3 milliónir fólk hava tørv á mati og aðrari neyðhjálp. Teirra millum eru nógv túsund børn.

Neyðhjálparsamskiparin hjá ST, Jan Egeland, segði á einum fundi við trygdarráðið hjá ST mánadagin, at kring heimin hava 10 milliónir fólk í 20 londum tørv á hjálp, men at bara tey fægstu fáa ta neyðugu hjálpina. Nógv tey flestu av hesum eru í Kongo, segði hann.

Í seinastuni hevur ofta verið tosað um tey neyðstøddu í sudanska landspartinum Darfur, men sambært Jan Egeland er støðan uppaftur verri har eysturi í Kongo. Kríggj og ófriður hava gjørt, at ST og aðrir hjálparfelagsskapir sleppa ikki at veita teimum neyðstøddu ta neyðugu hjálpina, segði hann.