Finnleif Guttesen
Tvøroyri. Valevni á Sambandslistanum, listi B
Skúlin
Veruleikin er ídag, at skúlin úti á Tvøroyri lekur sum sílin, børnini sita í klassarúmun, sum eru umvæld fyri fleiri hundra túsund krónur, við spannum ímillum seg tá ið tað regnar, lærararnir skulu hava regnskjól við á lærarastovuna og øll skulu ansa eftir rútum sum detta úr rotnum rammum.
Somuleiðis lekur takið á ítróttarhøllini, henda høll sum er so fín, at mann skuldi ikki trú at hon bleiv brúkt.
Børn
Mín spurningur er: skulu børnini hava tað gott í skúlanum,høllini og feløgum ella skulu foreldur hava nakrar kr. meira? Tað blíva foreldur sum koma at avgera hendan spurning.
Eg vil siga, at umstøðurnar hjá børnunum skulu gerast so góðar sum gjørligt og tá er tað ikki ráð til hækkan av barnafrádrátti nú.
Bert umvælingarnar, at fáa skúlar og høll tættar kemur at kosta fleiri mill. kr tey komandi árini og minsta treyt fyri ein skúla og høll má verða, at tú kanst verða inni uttan regnskjól og spannir.
Skattur
Skattalækkingin uppá eitt hálvt prosent í ár er valagn, kommunan missir inntøku sum kundi verði brúkt skilagott, t.d. at goldið skuld við og borgarnir varnast neyvan tær 50,- kr teir fáa meira í lumman um mánaðin, fyri hetta hálva prosentið.
Sum valevni skalt tú tora at skriva tað, sum tú metur vera skilagott og ikki bert skriva tað ið tú heldur at veljarin vil hoyra.