Veðrið skikkaði sær allan dagin, tá børn í hópatali hildu leikumarknað í miðbýnum í Havn leygardagin. Børn og foreldur høvdu ruddað væl út í kømrum, kjallarum og á loftum og savnað saman tær leikur, sum ongin í húsinum spælir við longur. Foreldrini hjálptu til við at rigga borð og stólar til, og restina av degnum sótu børn líka úr 6 ára aldri og seldu, pruttaðu, prísásettu, roknaðu, tóku í móti peningi og góvu aftur. Og hugaligt var at síggja, tá eitt lítið barn nærkaðist einari sølubúð og peikaði sær ein hvønn lut út.
Hvat kostar handan bamsan?
- Tíggju krónur.
- Hasa vil eg gjarna hava.
- Ger so væl.
Og tað vóru ikki bara børnini sum frøddust um tiltakið. Foreldrini vóru eisini sera nøgd við at sleppa av við nakað av skrambli, samstundis sum at børnini sluppu at keypa sær okkurt fyri ein sámiligan prís.
Hjá summum børnum bleiv dagurin meira umbýti av leikum, tí tey fóru heim aftur við líka nógvum, sum tey komu við um morgunin, meðan onnur goymdu sær forvunna peningin í einum skríni ella posa, kanska at brúka á ólavsøku ella til eitt hvørt annað. Óansæð hvat eitt sera gagnligt, stuttligt og læruríkt tiltak, sum semja er um at endurtaka skjótt aftur.
--
MYNDATEKSTIR
--
Kári Annan Berg og sonurin Rógvi (3)
- Hetta tiltakið er genialt, millum annað tí, at her ber til at fáa leikur fyri bíligan pening. Rógvi hevur glett seg síðani tíðliga í morgun og hann hevur keypt sær ymiskt, sum hann hevur ynskt sær, eitt nú hesar gulu gravkýrnar.
--
Familjan Johannesen úr Havn. Petur og Elisabeth, við børnumum Dánjal (3) og Símun Petur (9).
- Hetta er stuttligt og vit skulu heilt sikkurt vera við, um tað verður aftur næsta ár. Børnini spæla so stutt við leikurnar, os gott er, at onnur kunnu sleppa at keypa tær fyri ein bíligan pening. Vit vóna veruliga, at tiltakið verður afturvendandi.
--
Tveir læknar í práti, Oddmar Færø og Sølvi Winther Olsen
Oddmar Færø, sum er barnalækni á landssjúkrahúsinum gjørdi sær nakrar tankar um tiltakið.
- Hetta er óført. Hugaligt og forvitnusligt. Børn hava altíð spælt handil og munnu vit ikki øll hava havt eina lítla kjallarabiks ella kiosk onkuntíð? Bara tað at fáa pengarnar niður í pengakassan at telja og at gera upp er akkurát nakað fyri bæði gentur og dreingir. Vit spældu eisini handil, tá eg var drongur, men tá seldu vit fliður, seyðabløðrur og lutir úr horni. Eisini er tað hugaligt at síggja útlendsk ferðafólk sum lata til at vera ikki sørt bergtikin av at síggja, hvussu hugnaligt tað kann vera her í miðbýnum, tá veðrið er gott.