Børn sleppa ókeypis til landsdyst

Fótbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at áhugin fyri at síggja U21-landsliðið spæla er stórur, nú úrslitini hava verið somikið góð.

Fólkaskúlar hava eisini sýnt dystinum áhuga, og tí hevur FSF gjørt av, at børn sleppa ókeypis til dystin, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali klokkan 13 mikudagin.