Børn skulu trívast í egnum likami

Barnið er treytaleyst bundið at vaksnum fólki í menningini sum sosial sjálvstøðug vera - tó er barnið einstaklingur. Barnið stendur einsamt í fjøldini, og skal læra at liva lív sítt í heimliga umhvørvinum

Brynja børnini at liva egið lív

Fram um djór hevur menniskjað hugsan. Hugsan, sum ger okkum serstøk og virðismikil. Hóast sterk íborðin gen, kunnu vit ikki síggja burtur frá, at lívið, sum livir rundan um okkum, vissuliga hevur stóra ávirkan á hugsan okkara.

 

Heima læra børnini at liva. Tað er sera týdningarmikið, at vit vaksnu eru tilvitað um hetta, taka ábyrgd, seta mørk og eru ein partur av lívinum hjá børnunum - so tey læra at liva og virða seg sjálvan og onnur.

 

At trívast í egnum likami

Barnið er treytaleyst bundið at vaksnum fólki í menningini sum sosial sjálvstøðug vera. Veruleikin er, at við einum mennandi sosialum umhvørvi, kunnu vit brynja børnini at liva egið lív og trívast í givnum likami. Hetta er í sjálvum sær málið.

 

Hugsið um hetta

Treytin fyri eini livandi hugsan er, at børn duga og hava álit á sær sjálvum at hugsa sjálvstøðugt. Haldi tó, at vit krevja alt ov tíðliga av børnum okkara, at tey skulu vera før fyri at døma um, hvat er rætt, og hvat tey sjálvi halda. Hetta er ein tíðarkrevjandi tilgongd og menning av persónsmensku. Hetta er evni at siga, hvat satt, rætt og sámuligt er.

 

At vit vaksnu ikki vísa ábyrgd og ikki geva nóg greið signal, er ein av orsøkunum til, at børnini kunnu halda, at vit eru líkasæl. Áðrenn børn eru búgvin til tað, fáa fleiri alt ov stóra ábyrgd. ”Hatta finnur tú sjálv útav” ella ”hvat heldur tú?”.

 

Persónligur førleiki

Eisini er tað av stórum týdningi, at persónligur førleiki hjá barninum liggur sum grundarlag fyri tí, vit krevja, at tey duga. Vit eiga sjálvsagt at seta høgt í virði evni teirra at hugsa og geva teimum rúm og tíð at gera og menna tað. Tó eigur hetta at vera í einum umhvørvi saman við vaksnum.

 

Vaksin ávirka við samveru. Ofta meta vaksin tað tó sum ov lítlan heiður at hugsa og tosa um tað, sum væl verður talað um, og tí hoyra og síggja børn tað, sum darvar mennandi og fríu hugsan teirra, og minni dygd liggur tí eisini í at gera sítt besta.

 

Dygd er í, at barnið sleppur at vera barn í gerandisdegnum. Hetta gevur barninum sjálvsálit, sum eisini kemur teimum til góða seinni í lívinum.

 

Heild í gerandisdegnum

Tað, sum eg síggi sum ein mangul í føroyska fólkaskúlanum, og sum vit eisini kenna sum ein trupulleika í grannalondum okkara, er eina heild í gerandisdegnum hjá næmingunum - hetta eru tey, sum eg oman fyri kalli børn. At tey vaksnu, sum eru um næmingarnar taka ábyrgd, seta mørk, hava virðing fyri læru og sjónliga seta heiður í, at næmingarnir gera sær ómak. At tey ikki síggja skúlan sum ein ansingarstovn, men ein lærustovn.

 

Barnið eigur at kenna gerandisdagin sum eina góða og mennandi heild, har barnið veit, hvat verður kravt og er fyrireikað bæði at fáa og at geva. Í sosialu menningini liggur stórur týdningur í at vera eitt spælandi barn. Hetta er fyrireikandi arbeiðið vit vaksnu eiga gera. Her fær næmingurin pláss at vera barn, at læra at liva og fer uttan iva at trívist í likami sínum.