Nú øska og svávul er í luftini, mælir Gigni frá, at børn spæla úti. Heilsufrøðingarnir fylgja málinum tætt og koma við tilmælum sohvørt nýtt er at frætta. Á heimasíðuni hjá Gigni, sum er heilsufrøði til børn og ung, eru tilmæli til foreldur og starvsfólk á dagstovnum og dagrøkt.
Sagt verður, at nú luftin er fylt við øsku og svávul frá eldgosinum undir Eyjafjalli í Ìslandi, heitir Gigni á foreldur og starvsfólk á dagstovnum og í dagrøkt, at taka serlig atlit, fyri at verja børnini, nú luftin er so fylt av svávul og øsku.
Børn eru sera sárbar. Mælt verður tí til at verja børn, ímóti møguligum avleiðingum av dálkaðu luftini.
Tað eru serstakliga smáu børnini, og børn sum hava trupuleikar við andaleiðunum, so sum astma og bronchitis, sum ein skal hugsa um.
Tilráðing frá Gigni, til annað er fráboðað er:
· at børn ikki skulu sova úti
· at børn og ung, sum hava trupulleikar í andaleiðum, so sum astma og bronchitis, skulu ikki vera úti
· Mælt verður børnum frá at spæla úti ídag, 15. apríl.
Gigni fylgir við gongdini og fer at halda foreldur kunnað um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, nú luftin er so dálkað.










