Børn skjótt bundin av at roykja

Í 30 mánaðir var ein kanning gjørd á Massachusetts Medical School í USA av 679 skúlabørnum í aldrinum 12 til 13 ár. Niðurstøðan í kanningini sýnir, at børn sum byrja at roykja, tíðliga verða bundin av sigarettum

Helvtin av børnunum í hesi kanningini høvdu roynt at roykt áður, og av hesum vístu 40 prosent tekin um at vera bundin av sigarettum. Helvtin av teimum royktu tvær ella færri sigarettir um vikuna.

Kanningin vísti eisini, at gentur blivu nógv fyrr bundnar av royking enn dreingir, og bert 21 dagar eftir at tey byrjaðu at roykja regluliga, vísti helvtin av teimum tekin um at vera bundin av sigarettum.

Niðurstøðan í kanningini sýnir, at børn kunnu blíva bundin av at roykja nakrar dagar ella vikur eftir, at tey eru byrjaði at roykja. Ein av orsøkunum kann vera, at heilin ikki er liðugt útviklaður.


Dagens Medisin