Børn skipaðu fyri mentanardegi

Leygardagin var mentanardagur fyri børn í Havn. Børnini á Margarinfabrikkini skipaðu fyri saman við Tórshavnar kommunu. Bæði skattaveiða og tónleikur vóru á skránni

Børnini á Margarinfabrikkini skipaðu leygardagin fyri mentanardegi fyri børn. Stór undirtøka var, og børn í øllum aldrum luttóku.

Barnakonsert var í nýggju Perluni við Jensinu Olsen, har børnini tóku sínar bamsu við, umframt, at Sanne Storm, musikterpeutur, undirvísti børnum í dansi og tónleiki.

Eisini varð skipað fyri skatta veiðu á Skansanum, har sjórænarar leiddu veiðuna eftir einum fjaldum skatti.

Í Margarinfabrikkini var eisini lív í. Børnini vístu síni verk fram, og tónleikur var eisini á fabrikkini. Umframt alt hetta greiddi Siri Davidsen frá søgum, sum hon í hugnaligum umstøðum á Margarinfabrikkini greiddi frá.