Løgreglan í Italia hevur tikið 18 fólk, sum eru skuldsett fyri at hava selt børn og fyri at hava misbrúkt tey kynsliga.
Løgreglan sigur, at talan er um eini 200 børn. Í flestu førum var talan um børn, sum eingi foreldur hava, og sum gingu og válaðu í gøtunum í Rom. Nøkur av børnunum vóru í einum fótbóltsfelag, og løgreglan hevur nú tikið vernjaran og skuldsett hann fyri at hava gjørt seg inn á børnini kynsliga. Her hevur løgreglan góð prógv, tí heima hjá venjaranum fann hon avdúkandi myndir, sum venjarin hevði tikið.
Í summum førum keyptu handilsmenninir børn frá útlendingum, sum vóru komin til Italia sum flóttafólk, men sum høvdu ilt við at fáa uppihaldsloyvi. Eitt nú veit løgreglan um eina kvinnu úr Rumenia, sum seldi eitt barn fyri 700 evrur.
Tey 18, sum eru tikin, vóru sambært løgregluni uppi í einum harkaliði, sum hevur gjørt um seg í øllum Italia, men sum hevur havt høvuðsstøðir í Rom og Napoli.