Børn og ung Vági fáa egin hús

Týskvøldið samtykti Vágs Býráð at keypa eini hús í Vági til ymiskt virksemi hjá børnum og ungum í býnum


Børn og ung
 

 
 
Børnini og ungdómurin í Vági fáa nú síni egnu hús!
Týskvøldið samtykti Vágs Býráð endaliga at keypa eini hús í Vági til ymiskt virksemið hjá børnum og ungum.
Talan er um eini hús, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Vági og sum Vágs Býráð kann fáa til keyps fyri 275.000 krónur og týskvøldið samtykti býráðið at játta pening til endamálið.
Tað er ein bólkur, sum hevur arbeitt við korunum hjá børnum og ungum í visjón 2010 hjá Vágbingum, sum eisini hevur arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at hesin sami bólkur skal nú stinga út í kortið, hvat virksemi skal vera í húsinum, men tað er í øllum førum hampiliga greitt, at húsið skal brúkast til musikkskúla og ungdómshús.
Møguliga skulu umvælingar og broytingar gerast, men tað er kommunan eisini sinnað til.
Musikkskúlin húsar undir sera vánaligum umstøðum í gomlu kommunuskrivstovuni, men hon er so skirvisligt, at hon rætt og slætt stendur til at rapa og hon er í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla hana og tískil hevur býráðið samtykt at taka hana niður.
Miðnámsskúlin hevur eisini bókagoymslu í gomlu kommunuskrivstovuni, men roynt verður nú at finna annað goymslupláss og borgarstjórin sigur, at ætlanin er at royna at taka húsið niður fyri jóansøku.