Børn og ung niðan í Mjørkadal??

Veit ikki um eg eri frekur, men loyvi mær at halda at børn og ung við serligum tørvi er eitt øki eg havi eitt sindur av skili fyri, í hvussu so er havi eg nógvar royndir á økinum.

Havi lisið, sæð og lurta eftir kjakinum um flytingina av Rókini og Slóðini niðan í Mjørkadal og tað ið er komið mær til hugs er, at hetta kjak minnir um tað kjaki ið var um bókina “Kamerat Jesus” ið ætlanin var at umseta, haldi tað var úr svenskum til føroyskt fyrst í 80 inum.
Hetta var ein skandala, óvanliga nógv høvdu eina meining um at bókin var gudsspottandi og vandamikil hjá børnum at koma í nánd av. Men felags fyri tey flestu ið høvdu eina meining var, at tey høvdu als ikki lisið bókina!
Nakað tað sama hendi tá gríma framførdi tær sokallaðu ginu-søgur.
So kjaki um at flyta Rókina og Slóðina niðan í Mjørkadal er eftir míni hugsan eitt vanligt føroyskt kjak, har nógv verður oyst út, uttan at vita hvat í veruleikanum verður tosa um.
Eg kundi gott hugsa mær, at sagt mína erligu meining um tað er rætt ella skeivt at flyta stovnarnar niðan í fjøllini, men so má eg vita hvat fyri hugsan liggur aftanfyri. Hvat fyri pedagogiskar tankar hava tey ið standa aftanfyri hesa ætlan gjørt sær o-sfr.
Hvat eru tað fyri børn og ung vit tosa um? Er tað tað Íslendska koncepti ið er grundtankin? Hvat siga starvsfólkini á Rókini og Slóðini? Her hugsi eg um tað fakligu argumentini við børnum og ungum í fokus.
Hvat siga serfrøðingarnir?
Hvat siga tey avvarðandi?
Eg eri ikki í iva um, at fyri nøkur ung, kundi Mjørkadalur verið eitt fantastiskt umhvørvi at fóta sær í lívinum saman við dugnaligum starvsfólkum, meðan fyri onnur er tað møguliga minni gott.
Men her eru so nógvir ósvaraðir spurningar og so fáar fakligar grundgevingar, at ongin eftir míni hugsan er førur fyri at siga hvat er hvat í hesum málið.
Tí skal mín áheitan til tykkum ið vara av hesum øki. Tosi við serfrøðina allan vegin runt /(ikki bara ein fakbólk og gloym ikki tey avvarðandi og tey ungu sjálvi ) Minnist til at hava børnini og tey ungu og teirra tørv í fokus alla tíðina.
Føroyar eiga eina rúgvu av dugnaligum starvsfólki innan nærum øll fak- økið. Hesi arbeiða dagliga við ungum við serligum tørvi.
Spyrji tey og brúki tey, so koma tit víðari, vit vita í hvussu so er, hvør rindar prísin meðan kjaki koyrir og alt stendur í stað.