Fríggja-, leygar- og sunnudagin veður leikurin »Loyniklubburin« spældur á Dramaverkstaðnum.
Leikurin er um 5 børn sum hava áhuga fyri at loysa ymisk brotsmál, í hesum umfari snýr tað seg um ein brennivarg, sum ger um seg í teirra umhvørvi. Tað eru 12 til 15 ára gomlu ið framføra.
Leikurin er ca 30 min. langur og er ætlaður børnum 6 til 12 ár.
Bólkurin sum framførur er samansettur av royndum sum óroyndum næmingum, sum síðani í fjør heyst hava spælt við í Leikaløtuni á Drakmaverkstaðnum.
Tað er Hjørdis Johansen sum hevur umsett leikin, sum hon eisini leikstjórnar.










