Børn og foreldur í barnagarði

Í sambandi við rørsluárið í ár skipaði Barnagarðurin í Miðvági fyri einum serligum rørsludegi fyri børn og foreldur fríggjadagin 11. september.

Rørsludagurin byrjaði kl. 15, tá leiðarin á stovninum, Mirjam Kjølbro, beyð vælkomin, og síðan setti borgarstjórin dagin.


Børnini vóru deild upp í aldursbólkar, soleiðis at øll tey 3 ára gomlu vóru fyri seg, tey 4 ára gomlu fyri seg o.s.fr. Fyri at síggja hvønn bólk børnini hoyrdu til, høvdu tey fingið blusur frá bankunum: Eik, Føroya Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.


Aktivitetirnir vóru skipaðir soleiðis at deild var upp í fýra breytir ella banar. Bani 1: Ymisk rennispøl har t.d. børn renna við einum foreldri við bindi fyri eyguni, har tey skuldu hoppa og lakka samstundis sum tey alla tíðina leiddust. Bani 2: Ymisk spøl sum t.d. banka kjøt, stjala klemmur frá hvørjum øðrum og fanga hvønn annan í langar ketur. Bani 3: Ein sjórænarabani við ymiskum forðingum. Bani 4: Dansur og spøl, balóndansur , samba við appelsinum. Børn og foreldur vóru 15 minuttir á hvørjum bana. Allir aktivetetirnir varð lagdur soleiðis til rætttis, at øll børnini kunnu verða við, samstundis sum tað einstaka barnið var í fokus.


Aftaná var ein hugnaløta har øll fingu frugt frá PM-Heilsølu. Fyrireikararnir siga, at tey høvdu ein góðan dag saman, har øll stuttleikaðu sær óført.