Geir Wardum
Eg haldi ikki, at tað eru børnini, ið eru tann størsti trupulleikin við ikki at nýta endurskin. Eg koyri børnini hjá okkum hvønn morgun oman forbí viðarlundina í Havn í Kommunuskúlan, har síggi eg lærarar og vaksin bæði til gongu og á súkklu sum ikki hava endurskin ella ljós á súkkluni. Tey vaksnu fólkini í dag keypa næstan altíð myrkar jakkar (svartar ella onkran myrkari lit fyri at fjala teirra yvirvekt) og tey hugsa ikki um at koyra endurskin upp á klæðini.
Um dagin og kvøldarnar, tá ið myrkrið fellur á, sæst eisini ofta, at rennararnir renna uttan endurskin, og helst eru tey í myrkum klæðum fyri at fjala eitthvørt.
Tað eru ikki børnini, ið eru tann størsti trupulleikin. Nei, tey vaksnu skuldu fyrst og fremst tikið seg saman, og so kundu børnini lært av teimum.