Børn mennast ikki á samlibandi - Uppnormeringar á dagstovnaøkinum NÚ

Sum sálarfrøðiligur og námsfrøðiligur ráðgevi á dagstovnum, havi eg fingið innlit í risastóra arbeiðið, sum okkara námsfrøðingar og hjálparfólk gera dagliga - hóast vánaligu normeringina.

 

Tað er givið, at tey, sum hava ásett normeringina á økinum, als onga hóming hava av, hvat fer fram í einum gerandisdegi á stovninum. Fyri mær sær tað út til, at man heldur, at børn mennast á samlibandi. At starvsfólkini á stovninum standa við samlibandið og skrúva sama slag av skrúvu í øll børnini. Og um tað var so, at øll børn høvdu sama tørv, ja so var samlibandsnámsfrøðin, við hartil hoyrandi vánaligu normering, helst ikki so galin.

 

Men veruleikin er ein annar. Jákupi tørvar málsliga stimbran, Niels skal mennast grovmotoriskt, Ata fínmotoriskt, Jens skal hava piktogrammir, sum starvsfólkið skal gera, Maja er í eini fasu, har hon bítur, Karolina skal læra kensluregulering, Julia hevur sosialar avbjóðingar, og Mortan skal koyrast inn. Og soleiðis kundi eg hildið fram.


Tað er givið, at við so nógvum ymiskum tørvum, koma vit ikki langt, um vit bara brúka sama slag av skrúvum til øll børnini. Við verandi normering, hava starvsfólkini als ikki stundir til týdningarmikla relatiónsarbeiði, ella at leita eftir røttu skrúvunum, so tey kunnu skapa røttu karmarnar hjá øllum børnum at mennast og læra í. Og hetta er ikki haldbart í longdini, hvørki fyri børnini ella starvsfólkið, sum má renna fleiri ferðir so skjótt. Tað gongur bert til eitt vist.

Kanningar vísa, at vit fáa mest burturúr teim íløgum, vit gera í yngstu børnini, tí skulu vit ikki gráta um, at uppnormering á dagstovnaøkinum kostar, hesar íløgurnar vinna vit fleirfaldað aftur í hinum endanum. Og harumframt kann alt ikki gerast upp í pengum.

 

Saman um heimsins bestu dagstovnar.

 

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

-->