Twitter, sum serliga tey ungu brúka fyri at fylgja við, hvat stjørnur sum Justin Bieber og Lady Gaga gera, kann betra um innlæringina hjá hjá skúlanæmingum.
Tað er úrslitið av eini kanning frá Michigan State University, har Christine Greenhow, professari, hevur kannað, hvussu næmingarnir brúka Twitter.
Niðurstøðan er, at skúlanæmingar, sum brúka sokallað tweets sum part av undirvísingini, brúka meira tíð upp á skúla og hava hægri próvtøl, skrivar ScienceDaily.com
- Tweeting kann sigast at vera eitt nýtt slag av bómentaligari siðvenju, sigur Greenhow, sum eisini granskar í øktu nýtsluni hjá studentaskúlanæmingum av sosialum miðlum.
Greenhow hevur funnið útav, at real-time sniðið, sum eyðkennir Twitter, gevur næmingum og lærarum møguleika at deila vitan, samarbeiða og gera hugarok, tá ymiskar verkætlanir skulu gerast í skúlanum.
Tá Twitter verður brúkt í undirvísingini, luttaka skúlanæminarnir í størri mun, enn tá undirvísingin fer fram andlit til andlits, sigur Greenhow.