Eg dugi ikki at síggja nakra forðing fyri, at børn fara spæla grýlu í kvøld, og hesar næstu dagarnar. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikunum í koronu.
Í dag er fastalávintsmánadagur og tá plaga børn, og vaksin, at sláa tunnu og í kvøld, og hesi næstu kvøldini, plaga børnini ganga hús úr húsi og spæla grýlu.
Pál Weihe heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at taka hendan stuttleikan frá børnunum, hóast vit hava koronu at dragast við. Hann vísir á, at tá ið børn spæla grýlu, plaga tey ikki at fara inn í hús, men tey standa á trappuni, ella í durinum, og fáa okkurt góðgæti, og so fara tey í næstu húsini.
##ms##
Men hann heldur kortini, at tað eru nøkur viðurskifti, fólk eiga at hugsa um. Í hesum sambandi heldur hann ikki, at tað er ráðiligt at fólk bjóða grýlunum góðgæti úr einum stórum ílati, sum allar grýlurnar taka hondina niður í. Tá er betri at hava smáar pakka til grýlurnar, so at tey fáa hvør sín pakka.
Pál Weihe heldur eisini, at tað er ráðiligt at sláa tunnu uttandura, bara fyriskipararnir hugsa um at halda framstøðu. Og í dag eru vit so heppin, at veðrið er til vildar til tað. Hinvegin hevði hann ikki mælt til at vit sláa tunnu innandura. Men so mælir hann til, at eru tað fleiri um ein kepp, eiga tey, sum brúka hann spritta sær um hendurnar, hvørja ferð, tey taka keppin í hondini.