Eftir umsókn frá skúlatannlæknastovuni, játtaði býráðið í seinastu viku kr. 100.000, til fyribyrgjandi tannviðgerð.
Játtanin verður latin í samband við, at ætlanin er at fara undir eina málrættaða fyribyrgjandi tannviðgerð, har eisini verður vitjað út á bygdaskúlar og í barnagarðar.
Men fyri at fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu 2003 skal halda, varð neyðugt hjá býráðnum at klípa burtur av øðrum játtanum, t.d. játtanini til grindaskaðar. Eisini aðrar smáar konto?ir máttu svíða fyri tannarøktini.
Berghild Gulakksen, tannarøktari, sigur, at tað hevur stóran týdning at upplýsa um tannarøkt í barnaárunum.
- Tað kostar í fystu syftu at upplýsa, men vit vinna tað aftur eftir fáum árum, sigur hon.
Mett verður, at um 30% av teimum, ið hava tannrættingar fyri neyðini, hava havt so ringar barnatenn, at neyðugt var at trekkja.
- Um børnini verða væl kunnaði um týdningin av at fara væl um
tennirnar, kunnu tey seinni sleppa undan at ganga við ?bøjla?, sigur tannarøktarin at enda við Sosialin.