Tær báðar genturnar, sum eru systrar, spældu niðri í fjøruni, tá tær funnu eitt kvinnuhøvd í einum plastikkposa. Sambært løgregluni í Tayside varð ein hond eisini funnin í fjøruni við Arbroath, sum er á skotsku eysturstrondini.
Blaðið The Daily Record skrivar, at tær báðar systrarnar kvikaðu sær til hús og søgdu mammuni frá, hvat tær høvdu sæð niðri í fjøruni. Mamman ringdi alt fyri eitt til løgregluna, sum seinni váttaði, at hon hevði funnið eitt kvinnuhøvd og eina hond í fjøruni.
Løgreglan hevur nú avbyrgt fjøruna við Arbroath, og løgreglumenn vita, um fleiri likamslutir kunnu vera har. Samstundis hava foreldur fingið boð um at halda sínum børnum burturi frá strondini.
-Tað má vera skelkandi fyri børn at finna slíkt, og tí er umráðandi, at fleiri børn ikki fáa sama skelkin sum tær báðar systrarnar, sigur tinglimurin Andrew Walsh við blaðið The Guardian.
Skotska løgreglan hevur set serkøn at kanna likamslutirnar fyri at vita, um teir kunnu vera av onkrum persóni, sum er eftirlýstur, skrivar The Daily Record.










