Børn fara at selja brúktar leikur

Á tunnilsdegnum, sum verður næsta leygardag - hin 28. apríl - sleppa børn úr øllum landinum at selja brúktar leikur á torginum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará.

- Vit bjóða børnum heim til okkara at selja brúktar leikur frá klokkan 14-18 hendan dagin. Hetta er eitt tiltak, sum verður brúkt aðrastaðni, og sum vit nú ætla at taka upp her hjá okkum.

Tað sigur Mette Nygaard, samskipari hjá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu.

Hon leggur aftrat, at børn úr øllum landinum soleiðis eru vælkomin at selja sínar brúktu leikur, sum tey ikki tíma at hava meiri.

- Tað einasta, sum børnini skulu gera, er at boða Kunningarstovuni í Saltangará frá á tlf. 417060, so syrgjast kann fyri, at nóg mikið verður av borðum á torginum.

Mette Nygaard sigur, at skipað fer at verða fyri, at fólk kunnu keypa kaffi og onkrar køkur, eins og køkutombola eisini verður.

- Hetta verður eitt øðrvísi tiltak, og vit ivast onga løtu í, at hetta fer at savna nógv fólk í økinum seinnapartin leygardagin, sigur samskiparin.

Tunnilsdagin - hin 28. apríl - verður ókeypis at koyra gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar, Norðoyatunnilin og Vágatunnilin.