Børn fáa Netflix at seta met

Barnasjónleikarar eru orsøk til, at Netflix-partabrævið er farið í topp

Í seinasta ársfjórðingi fekk stroymingtænastan Netflix 3,2 milliónir nýggjar brúarar, og virðið á partabrævinum er seinastu tíðina vaksið við 20 prosentum.

Ein týðandi orsøk er røðin Stranger Things, sum er sera væl umtókt. Røðin snýr seg um ein horvnan drong og hansara vinir. Stranger Things hevur skaffað Netflix nógvar nýggjar brúkarar, og talið á nýggjum brúkarum fær virðið á partabrævinum at vaksa.

Danska TV2 sigur seg vita, at danskarar hvønn mánað gjalda 69 milliónir krónur í brúkaragjøldum til Netflix. Nógvir føroyingar eru eisini brúkrarar av Netflix, og vanliga verða føroyingar skrásettar umvegis donsku tænastuna.

Netflix hevur 86 milliónir brúkarar í 120 londum.