Børn fáa ikki heilakrabba av fartelefonini

Fartelefonin økir ikki vandan fyri, at børn og ung fáa heilakrabba. Tað er niðurstøðan í einari umfatandi kanning, sum 352 børn og ung millum 7 og 19 ár í Danmark, Noregi, Svøríki og Sveis hava verið við í, og sum sveisiski professarin Martin Röösli hevur staðið á odda fyri.

Higartil hava granskarar kanna, um samband er millum heilakrabba hjá vaksnum fólki og tað, at fólk tosa í fartelefon, men yvirhøvur hava kanningarnar ikki avdúkað nakað tílíkt samband. Hinvegin hevur tað verið almenn uppfatan, at strálurnar frá fartelefonini eru vandameiri fyri børn, tí teirra skøltur er tynri enn hjá vaksnum fólki, og tí er tað lættari hjá strálunum at sleppa inn til heilan hjá børnum enn hjá vaksnum og elva til heilakrabba.

Men tann nýggja kanningin staðfestir, at so er ikki, skrivar DR.